- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útivið 150 hvalir løgdu beinini
Útivið 150 hvalir løgdu beinini
Enn er ikki greitt, nær seðlarnir frá grindini, sum varð hildin til seinnapartin, koma út
Mynd: kvf.fo
16.06.2017 - 16:00
Ein grind legði beinini í Sandágerði um tvey tíðina seinnapartin. Hildið verður at hon er millum 100 og 150 hvalir. Grindin varð funnin eystan fyri Nólsoynna fyrrapartin, og hon varð rikin á Havnina.
- Grindin gekk skjótt suður ígjøgnum fjørðin, og drápið gekst væl, segði Hanus Højgaard, grindaformaður, í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani.
Nú verða hvalirnir tiknir upp og lagdir á bryggjuna við Bacalao, har teir síðani verða merktir. Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út., sambært Hanusi Højgaard.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV