Fótbóltur: Real Madrid fyri 12. ferð

Fótbóltur: Real Madrid fyri 12. ferð
Gjárkvøldið var finalan í Champions League spæld í Cardiff. Real Madrid gjørdi bart móti Juventus. Úrslitið bleiv 4 - 1 til Real Madrid
Real Madrid vunnið Champions League fyri 12. ferð
 
04.06.2017 - 15:05

Fyrsta málið kom eftir at 20 minuttir vóru leiktir, tá Ronaldo setti bóltin í netið til 1-0. Juventus reisti seg lítla løtu seinni við einum máli frá Mandzukic. 1-1 og so aftur spennandi. 1 -1 var eisini støðan tá fari varð til hálvleiks.

Eftir umleið ein tíma, legði Real Madrid seg aftur á odda við einum máli frá Casemiro. Bara tríggjar minuttir seinni var tað aftur Ronaldo, sum var á rætta stað. Ronaldo legði Real Madrid á odda 3-1, og setti beinleiðis kós móti sigrinum.

Nakrar fáar minuttir seinni, fekk juventusleikarin Cuadrado aftur eitt gult kort og varð tískil rikin av vølli.

Í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, fekk Real Madrid enn eitt mál og tryggjaði sær Champions League steypið fyri 12. ferð.

Her er ein samandráttur frá Shiko footballtv:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859