- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri nýggir spælarar á A-landsliðnum
Fleiri nýggir spælarar á A-landsliðnum
Fleiri nýggj nøvn eru í hópinum, sum Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið til undankappingardystin móti Sveis
30.05.2017 - 09:12
Tað eru fleiri spælarar, sum kunnu fáa sín elddóp, tá Føroyar og Sveis spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli 9.juni.
Eli Falkvard Nielsen og Patrik Johannesen úr B36 kunnu báðir spæla sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.
Harafturat er Karl Løkin úr NSÍ úttikin fyri fyrstu ferð síðan 2013.
Lyklaleikarar sum Jóan Símun Edmundsson, Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Olsen eru allir uttanfyri vegna leikbann og skaðar, og hetta gevur nýggjum leikarum møguleikan.
Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 23 leikararnar til dystin:
Hópurin:
Gunnar Nielsen | FH |
Teitur M. Gestson | HB |
Símun Rógvi Hansen | NSÍ |
Jónas Tór Næs | ÍBV |
Viljormur Davidsen | Vejle BK |
Atli Gregersen | Víkingur |
Jóhan Troest Davidsen | HB |
Hørður Askham | KÍ |
Odmar Færø | B36 |
Ári Mohr Jónsson | HB |
Kaj Leo í Bartalsstovu | ÍBV |
Hallur Hansson | AC Horsens |
Gilli R. Sørensen | Brann Bergen |
Rene Shaki Joensen | Vendsyssel FF |
Fróði Benjaminsen | Víkingur |
Sølvi Vatnhamar | Víkingur |
Pól Jóhannus Justinussen | NSÍ |
Eli Falkvard Nielsen | B36 |
Karl Løkin | NSÍ |
Finnur Justinussen | Fremad Amager |
Klæmint A. Olsen | NSÍ |
Páll Klettskarð | KÍ |
Patrik Johannesen | B36 |
Dysturin millum Føroyar og Sveis verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV