Øll heimaliðini vunnu

Øll heimaliðini vunnu
KÍ vann klassikkaran og er sostatt einsamalt oddalið, nú fyrsti triðingur av landskappingini er spældur. Her eru úrslitini í 9. umfar
 
21.05.2017 - 17:53

Níggjunda umfar gjørdist málríkt, tí heili 16 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum.
KÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, har teir vunnu á arvafíggindunum HB.

Heldur ikki B36 ella Víkingur vístu náði á heimavølli. B36 hølvaði 07 Vestur av í Gundadali við fýra málum móti ongum, og í Sarpugerði vann Víkingur 3-0 á TB/FCS/Royn.

Á Skála gjørdi heimaliðið eisini enda á málturkinum, tá ið teir vunnu 3-2 á EB/Streymi. Sigurin og tey trý stigini flyta Skála heili tvey pláss upp á stigatalvuni.

Fimti dysturin í níggjunda umfari varð spældur í gjár, tá ið NSÍ vann tryggan 3-0 sigur á ÍF.

Úrslitini og málini í 9.umfari:

KÍ - HB 1-0
1-0 Dion Splidt 45'

Víkingur - TB/FCS/Royn 3-0
1-0 Fróði Benjaminsen 45'
2-0 Andrias Lava Olsen 54'
3-0 Erling Jacobsen 83'

Skála - EB/Streymur 3-2
0-1 Rógvi Egilstoft Nielsen 12'
1-1 Michal Przybylski 33'
2-1 Michal Przybylski 64'
2-2 Leif Niclasen 77'
3-2 Andras Frederiksberg 90'

B36 - 07 Vestur 4-0
1-0 Róaldur Jakobsen (br.) 29'
2-0 Pætur Petersen 52'
3-0 Róaldur Jakobsen 76'
4-0 Patrik Johannsen 85'

NSÍ - ÍF 3-0
1-0 Jann Benjaminsen 44'
2-0 Jann Benjaminsen 64'
3-0 Klæmint Olsen 74'

Støðan í EFFO-deildini, nú øll liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum:

1 19
2 Víkingur 17
3 NSÍ 16
4 B36 12
5 TB/FCS/Royn 12
6 HB 10
7 Skála 9
8 07 Vestur 8
9 EB/Streymur 8
10 ÍF 6


Hósdagin verða finaluliðini í kappingini um Løgmanssteypið funnin. Í Gundadali verður returdystur millum HB og B36. Fyrri dysturin endaði javnur 1-1, og tað er HB, sum eigur heimavøllin í seinna dystinum.

Hin hálvfinalan verður spæld við Løkin, har NSÍ eigur heimavøll móti KÍ. Fyrra hálvfinalan endaði 2-2 í Klaksvík.

Báðir dystirnir verða stroymdir, og vit hava somuleiðis beinleiðis frásagnir í útvarpinum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035