Spøkilsismálið avgreitt

Spøkilsismálið avgreitt
Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast av nýggjum. Men bara, um úrslitið kann ávirka stigatalvuna.
Støðan var 14-11, tá ið liðini fóru til hálvleiks og 15-11, tá ið tey byrjaðu seinna hálvleik.
 
07.04.2017 - 16:08

Slakar tvær vikur eftir nógv umrødda dystin ímillum Neistan og VÍF, hevur Aganevndin givið VÍF viðhald í kæruni um 'spøkilsismálið'.

Dysturin varð spældur í Høllini á Hálsi 26.mars og endaði 25-25, men eftir dystin varð greitt, at Neistin bert skeyt 24 mál í dystinum - sí innslag frá 3-2 um málið her

Aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya hevur nú gjørt av, at dysturin skal spælast av nýggjum, um úrslitið hevur nakran týdning fyri endaligu stigatalvuna í grundspælinum, og harvið eisini finaluplássini.

Tí verður bíðað til eftir seinasta umfar í grundspælinum, sum verður 15. apríl. Er úrslitið tá uttan týdning fyri liðini, verður javnleikurin 25-25 standandi sum endaliga úrslitið av dystinum. Allur úrskurðurin hjá Aganevndini sæst her.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946