- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja lækka valaldurin
- Enn hava vit ikki havt stundir at reisa spurningin í samgonguni, men tað fara vit at gera nú, sigur Høgni Hoydal við in.fo.
Enn veit formaðurin í Tjóðveldi tí ikki, um samgonguflokkarnir taka undir við at lækka valaldurin á komandi fólkaatkvøðu. Tjóðveldi vil nú reisa málið í samgonguni.
Flokkurin vísir á, at í Skotlandi varð valaldurin fyri fyrstu ferð settur til 16 ár á fólkaatkvøðuni um fullveldi í 2014. Og eisini í Eysurríki og Norra hava tey roynt at lækka valaldurin við ávís val og fólkaatkvøður.
Í samrøðu við in.fo sigur Høgni Hoydal, at her er talan um at eina heilt serstaka fólkaatkvøðu, tí her skulu vit, fyrstu ferð yvirhøvur á eina fólkaatkvøðu um eina føroyska stjórnarskipan og tað eiga tey ungu eisini at fáa ávirkan á.