Kunngerðin mátti broytast

Kunngerðin mátti broytast
Skuldi royndarveiða eftir makreli í ES sjógvi í januar og februar vera møgulig, so var neyðugt at broyta kunngerðina um makrelfiskiskapin
 
27.03.2017 - 13:52

Tí gjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum av at broyta kunngerðina, so 1500 tons av makreli vórðu tikin frá nótaskipunum og latin til royndarveiðu.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í svari til Landsstýrismálanevndina, eftir at Jørgin Niclasen, løgtingsmaður, hevur kært hann til nevndina, fyri at taka aftur 1.500 tons av makreli í ES-sjógvi, sum hann frammanundan hevði latið nótaskipunum.

Í kæruni vísir Jørgin Niclasen millum annað á, at Høgni Hoydal 22. desember í fjør útlutaði makrelkvotur til føroyska fiskiflotan. Nótaskipini fingu sínar egnu árskvotur og fingu rætt til at fiska 22.800 tons av makreli í ES sjógvi. Men 26. januar í ár tekur hann ein part av rættindunum aftur, og nótaskipini missa 1500 tons av makrelinum í ES sjógvi.

Kann verða neyðugt við endurgjaldi

Jørgin Niclasen vísir í kæruni á, at sambært galdandi fyrisitingarrætti er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur. Tí er vandi fyri, at landskassin kann noyðast at geva skipunum endurgjald.

Høgni Hoydal vísir í svarinum til Landsstýrismálanevndina á, at Fyrra kunngerðin gav nótaskipunum loyvi at fiska 22.800 tons av makreli í ES sjógvi og at onnur skip enn nótaskip, kundu fiska sløk 16.000 tons.

Ætlanin var, at 1500 tons av makrelinum skuldi nýtast til royndir. Men tað vísti seg, at onnur skip enn nótaskip fóru á makrelveiðu eftir nýggjár, og fiskaðu sína kvotu tíðliga í 2017.

Landsstýrismaðurin: Skipini missa einki

Tað hevði við sær, at skipini sum høvdu fingið tilsøgn um royndarfiskiskap, ikki høvdu møguleikar at fiska í ES-sjógvi, tí freistin at lata inn umsókn um royndarveiðu, var ikki fyrr enn 10. januar.

Tí mátti støða takast til, hvussu royndarskipini kundu fáa møguleikar at gagnnýta sína kvotu í ES-sjógvi. Besta loysinin varð hildin at vera, at taka 1500 tons frá nótaskipunum, og ístaðin lata fiskin til royndarveiðu.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at nótaskipini ikki missa nakað av sínari kvotu, men kunnu ístaðin fiska tey 1500 tonsini í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi.

Viðgongur óhepnar broytingar

Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at hann var varugur við ivamál og fyrisitingarlig atlit, ið skuldu takast í sambandi við broytingarnar, men heldur at rættasta loysin var at gera sum hann hevur gjørt.

Landsstýrismaðurin viðgongur í sama viðfangi, at tað er óheppið at gera broytingar í kunngerðini, eftir at fiskiskapurin er byrjaður.

Hann verjir seg við at svara, at tað var rættasta loysnin, og at nótaskipini missa 1500 tons í ES-sjógvi, men eginkvotan hjá hvørjum einstøkum skipi verður ikki broytt, og tey kunnu fiska makrelin á øðrum leiðum.

Mál kunnu ikki samanberast

Høgni Hoydal hevur latið Landsstýrismálanevndini eina talvu um makrelfiskiskapin í fjør og í ár í ES-sjógvi. Í januar og februar í fjør fiskaðu nótaskipini og onnur skip sløk 16.000 tons í ES-sjógvi og í januar og februar í ár fiskaðu tey sløk 31.000 tons, ella næstan tvær ferðir so nógv.

Í kæruni vísir Jørgin Niclasen á, at støðan nú er tann sama, sum tá landið fyri fleiri árum síðani mátti rinda endurgjald til felagið sum átti Jógvan S, tí loyvið varð tikið frá skipinum.

Málini kunnu ikki samanberast, tí Jógvan S mátti gevast at fiska, meðan í hesum førinum er bert talan um at gera eina broyting í fiskiskapinum og nótaskipini kunnu fiska makrelin á øðrum leiðum, skrivar Høgni Hoydal í svarinum til Landsstýrismálanevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095