- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dysturin verður spældur
Dysturin verður spældur
Hóast tað er kavi í Andorra, so verður dysturin spældur
25.03.2017 - 11:21
Umboð fyri FSF hava í morgun verið á fundi við UEFA, tí fitt av kava er komið niður í høvuðsstaðnum í Andorra.
Nú er tó mest sum greitt, at dysturin verður spældur.
Kristin Dam Ziska, varðaalskrivari í fótbóltssambandinum sigur við in.fo, at vøllurin er ikki frystur, og at tað verður líggjari út á dagin.
Andorra og Føroyar spæla klokkan 17.00 í dag. Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis. Byrjað verður klokkan 16.45.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV