Ægir setti tvey føroysk met á fyrsta degnum

Ægir setti tvey føroysk met á fyrsta degnum
Svimjifelagið úr Klaksvík setti tvey føroyskt met á fyrsta FM-degnum
 
25.03.2017 - 08:36

Um vikuskiftið kappast 73 svimjarar um føroyameistaraheitini á stuttgeil í svimjing.

Kappingini byrjaði í gjár og har vístu serliga kvinnurnar úr Ægir, at tær eru í stórformi.

Fyrst tók Signhild Joensen úr Ægir sjey ára gamla metið í 100 metrar rygg, tá hon kom á mál við tíðini 1.01.39.

Gamla metið, sum var 1.01.46 átti Birita Debes. Tað var sett afturi í 2010.

Í síðstu kappingini gjørdu svimjarar úr Klaksvík aftur um seg, tá 4x100 metrar frí var á skránni hjá kvinnum.

Her tóku tær sítt egna met við tíðini 3.55.40. Gamla metið var 3.55.66.

Hesar svumu fyri Ægir kvinnurnar

Signhild Joensen
Jana B. Thomsen
Barbara Debes
Ásbjørg Hjelm

Føroyameistarar

100 m. frí kv. Vár Eidesgaard, HS 57.53
50 m. firvald m. Óli Mortensen, HS 25.35
200 m. blandað kv. Sára Nysted, Susvim 2.19.64
200 m. bringa m. Róland Toftum, Susvim 2.17.55
50 m. firvald kv. Vár Eidesgaard, HS 28.69
200 m. rygg m. Alvi Hjelm, Ægir 2.06.40
100 m. rygg kv Signhild Joensen, Ægir 1.01.39 (met)
200 m. blandað m. Alvi Hjelm, Ægir 2.09.87
50 m. bringa kv. Ásbjørg Hjelm, Ægir 33.01
100 m. frí m. Óli Mortensen, HS 52.35
800 m. frí kv Vár Eidesgaard, HS 9.03.92
1500 m. frí m. Óli Mortensen, HS 15.15.85

Kappast aftur í dag

Í dag kappast svimjararnir aftur og sjónvarpið fer at senda allar finalurnar beinleiðis. Vit byrja klokkan 19.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805