- Tíðindi, mentan og ítróttur
U17 víðari til EM: So fegnir eru spælararnir
U17 víðari til EM: So fegnir eru spælararnir
Føroyska U17-landsliðið í fótbólti er komið víðari til evropameistarakappingina í Kroatia í summar. Sí avgerandi løtuna her
Mynd: Skíggjamynd/FSF á Facebook
20.03.2017 - 16:33
Gleðin var stór, tá føroyska U17-landsliðið í fótbólti spældi seg víðari til evropameistarakappingina, sum verður í Kroatia í um slakar tveir mánaðir.
Upptøkuna niðan fyri her hevur Fótbóltssamband Føroya lagt á facebooksíðuna hjá felagsskapinum fyri einum góðum tíma síðani.
Føroyar vunnu í dag 2-1 á Slovakia við málum frá Tóra Jacobsen og Hanusi Sørensen. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt fótbóltslandslið spælir seg víðari til eitt endaspæl. EM-endaspælið fyri U17-landslið verður í Kroatia í døgunum frá 3. til 19. mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV