- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyggin einsamøll á odda í Effodeildini
Felagsliðið úr Suðuroynni, TB/FC Suðuroy/Royn er komið væl frá byrjan, og í dag vunnu suðringarnir trý stig afturat.
Poul Ingason syrgdi fyri tí, tá hann skoraði tað einasta málið í útidystinum móti 07 Vestur.
Á Skála endaði tað við málleysum javnleiki millum Skála og HB.
ÍF vann sær trý týdningarmikil stig, tá teir komu á stigatalvuna við sigri á EB/Streymi. Tvey mál frá Dánjali á Lakjuni løgdu lunnar undir sigrinum.
Í Havn endaði tað 1-1 millum B36 og KÍ. KÍ legði seg á odda stutt fyri hálvleik, men B36 javnaði í seinna hálvleiki við brotssparki.
Víkingur er komið upp á fýra stig. Teir fingu trý afturat, tá teir í dag vunnu grannauppgerðina í Runavík móti NSÍ.
Skála - HB 0-0
B36 - KÍ 1-1
44 min. 0-1:Semir Hadzebulic.
68 min. 1-1: Róaldur Jakobsen (br.)
NSÍ - Víkingur 0-1
36 min. 0-1: Philip Djordjevic
ÍF - EB/Streymur 3-1
06 min. 1-0 Dánjal á Lakjuni
11 min. 2-0: Dánjal á Lakjuni
67 min. 2-1: Rógvi Egilstoft Nielsen (br.)
86 min. 3-1: Ari Ellinfsgaard
07 Vestur - TB/FCS/Royn 0-1
18 min. 0-1: Poul Ingason
Støðan:
1. TB/FCS/Royn 6 stig
2. HB 4 stig
3. Víkingur 4 stig
4. ÍF 3 stig
5. B36 2 stig
6. KÍ 2 stig
7. Skála 2 stig
8. NSÍ 1 stig
9. EB/STR 1 stig
10. 07 Vestur 0 stig
3.umfar í Effodeildini:
08.04: B36-NSÍ
09.04: EB/STR-TB/FCS/Royn
09.04: ÍF-HB
09.04: Víkingur-Skála
09.04: 07 Vestur - KÍ