- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka væl ímóti ætlaðum filmshúsi
Uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta á stovn filmshús fær sum heild góða undirtøku í tinginum, men summi tingfólk seta spurnatekin við, um tað er rætt, at málsøkið liggur bæði hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum.
Ein millión krónur er sett av á fíggjarlógini í ár til filmshús á kontu hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Undir Mentamálaráðnum eru tvær milliónir krónur játtaðar í ár til stuðul til mentan, film og list.
SÍ EISINI Uppskot um Filmshúsið til hoyringar
Sambært uppskotinum skal Filmshúsið savna og miðla vitan um film, filmsvinnu og filmsførleikar í Føroyum, so at bæði føroyskar og útlendskar framleiðslur kunnu verða settar í verk.
Í fyrstuni verður ikki stórur tørvur á hølum til Filmshúsið. Nóg mikið er við einari skrivstovu til leiðaran umframt atgongd til fundarhøli. Arbeitt verður fram ímóti, at virksemið hjá Filmshúsinum verður saman við filmsverkstaðnum Klippfiski.
Skotið verður upp at seta eitt stýri fyri Filmshúsið, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, og Filmshúsið skal hava sjálvstøðuga játtan á figgjarlógini. Uppskotið um filmshúsið er farið í vinnunevndina til viðgerðar.