- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lata hálva millión til yrkisleiklist
Lata hálva millión til yrkisleiklist
Mentamálaráðið lýsir nú við einum eykaumfari, har áhugað í Føroyum kunnu søkja um pening til yrkisleiklist
05.03.2017 - 19:12
Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist í 2017, eitt hálvt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Í ár verður peningur eisini latin í einum eykaumfari, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.
Vanliga verður lýst í oktober og freistin at søkja um stuðul til yrkisleiklist er vanliga hálvan desember. Nú kunnu leiklistafólk søkja um stuðul, nú peningur verður latin í einum eykaumfari.
505.000 krónur verða latnar, nú áhugað kunnu søkja um pening í einum eykaumfari. Tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum um stuðulsveitingar til yrkisleiklist.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV