- Vit kunnu ikki lata vaksin fólk og børn doyggja

- Vit kunnu ikki lata vaksin fólk og børn doyggja
Borgarstjórin í norðurfranska býnum Calais vil ikki hava at borgarar í býnum geva flóttarfólkum mat. Hann stúrur fyri nýggjum flóttarfólkalegum
Flóttafólk í franska býnum Calais fáa ikki mat
Mynd: EPA  
 
04.03.2017 - 11:00

Borgarstjórin í franska býnum Calais hevur givið boð um, at tað er ikki longur loyvt at býta mat út til heimleys og tilflytarar í býnum.

Forboðið kom í gildi í gjár, fimm mánaðir eftir at ein stór flóttafólkalegu varð tikin niður í Calais. Endamálið er forða fyri, at ein nýggja flóttafólkalega verður reist, sigur borgarstjórin í norðurfranska býnum. Nógv flóttafólk og tilflytarar eru seinastu árini komin til Calais. Tey ætlaðu sær víðari til Bretlands og krógvaðu seg í lastbilum, sum fara um Ermasund.

Síðani stóra flóttafólkalegan varð tikin niður í fjør, eru fleiri túsund flóttafólk flutt til móttøkustøðir ymsa staðni í Fraklandi. Enn eru flóttafólk í Calais, og hjálparfelagsskapurin Utopia 56 býtir hvønn dag 500 máltíðir út. Felagsskapurin fer nú í rættin við málinum. - Vit kunnu ikki lata fólk, teirra millum børn, doyggja í hungri, sigur eitt umboð fyri Utopia 56 fyri fronsku tíðindastovuni, AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497