Gistingarhúsvinnan góðar dagar

Gistingarhúsvinnan góðar dagar
Hóast sólarmyrkingin var í 2015, hevði ferðavinnan fleiri gistingar í fjør enn í 2015, upplýsir Hagstovan
 
24.02.2017 - 09:58

Vøksturin var 600 gistingar, 0,4 prosent. Hann var bara hjá gistingarhúsunum. Onnur gisting hevði stóra afturgongd í fjør.

Airbnb er ikki við í hagtølunum, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av tí slagnum.

Hagstovan sigur seg heldur hava ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Í sambandi við 2015, tá sólarmyrkingin var, ger Hagstovan vart við, at skipini, sum komu til Føroya við ferðafólki, eru ikki við í hagtølunum, og heldur ikki fólkini, sum leigaðu sær innivist hjá húsarhaldum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369