Bíleggingar fyri eina millión

Bíleggingar fyri eina millión
Tað stendur á at taka ímóti bíleggingum hjá matstovuni KOKS, eftir at matstovan í gjár fekk tillutað eina av høgt mettu Michelin-stjørnunum
Tað streymar inn við bíleggingum hjá matstovuni, KOKS, eftir at matstovan fekk tillutað eina Michelin-stjørnu mikudagin
 
23.02.2017 - 12:36

KOKS merkir longu nú ágóðan av, at føroyska matstovan í gjár fekk handað eina Michelin-stjørnu í Stokkhólmi.

Bíleggingarnar streyma inn, og tað stendur á at taka ímóti. Ætlanin er, at nýggj matstova stendur klár í 2018.

Johannes Jensen, stjóri í Koks, ið hevur fingið ta fyrstu føroysku Michelin-stjørnuna, er ein fegin maður í dag, sigur hann við útvarpið.

Áhugi úr øllum heiminum

Síðan handanina, sum fór fram í Stokkhólmi í gjár, mikudagin, hava bíleggingarnar til matstovuna í Kirkjubø streymað inn úr øllum heiminum. 

Bara eftir 24 tímum hevur KOKS fingið 428 bíleggingar úr 16 londum. Miðalprísurin fyri hvønn á KOKS liggur oman fyri 2000 krónur, so bíleggingarnar bara hetta fyrsta samdøgrið fara at tátta í milliónina.

Útvarpið fekk orðið á Johannes Jensen á flogvøllinum í Stokkhólmi á veg til Føroya. Hann viðgongur, tað hevur verið lítil friður eftir stóra heiðurin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946