Petur Mittún aðalskrivari í ÍSF

Petur Mittún aðalskrivari í ÍSF
44-ára gamli Petur Mittún tekur við starvinum 1. mars
 
01.02.2017 - 09:45

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya hevur sett Petur Mittún sum aðalskrivara í ÍSF. Tað skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Petur Mittún er 44 ára gamal og føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevur íðkað ítrótt á høgum støði, eins og hann hevur virkað sum venjari, og seinastu tíðina hevur hann eisini virkað sum hondbóltsmennari hjá Hondbóltsambandi Føroya.

Petur Mittún hevur áður starvast sum leiðari bæði innan tað privata og tað almenna, eins og hann hevur verið leiðari innan ítrótt.

Starvið sum aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya er nýtt og er týðandi partur av ætlanini um at umskipa og menna leiðslubygnaðin í ÍSF.

Aðalskrivarin fer at hava dagligu leiðsluna av ÍSF og standa á odda fyri dagligu umsitingini. Í sambandi við starvssetanina verður móttøka í ÍSF-húsinum mikudagin 1. mars kl. 15:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446