Magn: Onnur eiga at sleppa á netið hjá SEV

Magn: Onnur eiga at sleppa á netið hjá SEV
SEV hevur ongan møguleika at røkka málinum um grøna el-orkuframleiðslu í 2030, sigur orkufelagið Magn
 
24.01.2017 - 11:21

Elframleiðslu-monopolið má brótast, so onnur eisini sleppa framat, um nakar møguleiki skal vera at røkka málinum, sum bæði samgongan og SEV hava sett sær, at øll el-orkuframleiðsla á landi skal vera grøn í 2030. 

Tað sigur orkufelagið Magn í tíðindaskrivi í dag. 

Felagið sigur, at  SEV einsamalt hevur ongan møguleika at røkka hesum málinum, um SEV samstundis skal tryggja veitingartrygdina við nýggjum oljuriknum motorum á Sundi og í Vági, og at gera neyðugar útbyggingar á netinum.

- Dagføringin av Sundsverkinum kostar 700-800 milliónir kr., og verkið í Vági er dagført fyri umleið 100 milliónir kr. Haraftrat er neyðugt at gera íløgur í sjálvt netið fyri aðrar 100-200 milliónir. Hetta eru íløgur, sum SEV sjálvsagt skal gera, tí SEV við síni søgu, vitan og førleika er best skikkaði veitarin at varða av veitingartrygdini, og tí eisini framhaldandi skal eiga og reka el-netið, sigur Magn.

Onnur eiga at sleppa á netið

- Men onnur mugu og skulu hava atgongd at framleiða inn á netið, um gyltu málini skulu røkkast. Tí allar hesar íløgurnar hjá SEV fyri tilsamans eina milliard krónur skulu gerast næstu trý-fýra árini, og tað eigur at vera púra greitt fyri øllum, at felagið hevur ikki orku til eisini at gera stórar íløgur í varandi orku hesi árini.

- Tá eru minni enn tíggju ár eftir til 2030, og tað er burturvið at ímynda sær, at SEV hetta tíðarskeiðið megnar at tvífalda samlaðu framleiðsluna og samstundis gera hana 100 prosent grøna, sigur Magn.

Samlaða elframleiðslan í fjør var góðar 317 GWt (gigawatttímar), helvtin varð framleidd úr vatni og vindi.

Við ætlanini um at elektrifisera alla orkunýtsluna á landi næstu árini væntast samlaði framleiðslutørvurin í 2030 at verða umleið 600 GWt. Og sambært málunum hjá samgonguni og hjá SEV skulu allir hesir gigawattímarnir framleiðast úr varandi orkukeldum. Tað megnar SEV snøgt sagt ikki, og onki er sett út stungið út í kortið, sum kundi bent á, at felagið sjálvt væntar at røkka hesum málinum.

Tvey útboð muna lítið

- Vit hoyra um tvey vindorkuútboð, sum eru í umbúnað, men tey muna lítið í samlaða roknistykkinum. Ongin onnur ítøkilig grøn verkætlan liggur á borðinum. Men málið um, at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, kann bert røkkast, um atgongdin at framleiða orku inn á netið hjá SEV verður liberaliserað.

- Nóg nógvir aktørar, sum hava neyðugan førleika, vitan og fíggjarliga orku eru longu á føroyska marknaðinum at bjóða seg fram til hesa framleiðslu. Og tá er talan um kappingarføra grøna elframleiðslu. Magn er ein av aktørunum, ið vil hesa kappingina, og sum er til reiðar at bjóða seg fram beinanvegin, sigur felagið í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653