Líkið av 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir funnið

Líkið av 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir funnið
Ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni fann líkið í fjøruni við Selvogs-vita, sum er umleið 15 kilometrar vestan fyri Torlákshøfn
Líkið av Birnu Brjánsdóttir varð funnið við Selvogsvita
Mynd: ruv.is  
 
22.01.2017 - 20:26

Á tíðindafundi í dag segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari, at Birna helst er dripin, og menninir báðir, sum sita í varðhaldi, hava helst framt illgerðina. 

SÍ EISINI Minnast Birnu Brjánsdóttir í Nuuk

Hann segði, at kanningarnar eru komnar væl áleiðis, men at tær halda fram nakað aftrat, og at nú vita tey, hvat tey skulu hugsavna seg um. 

SÍ EISINI Illgrunin til varðhaldsfongslaðu menninar styrktur

Menninir verða avhoyrdir aftur í morgin ella ovurmorgin. Løgreglan hevur yvirlit yvir, hvar reyði Kia Rio-bilurin hevur koyrt, men klokkutíðirnar eru ógreiðar.

Kanningarleiðarin vildi ikki svara spurningi, um løgreglan hevur funnið nógv blóð í bilinum, men hildið verður, at líkið er tveitt í havið aðrastaðni, enn har hon varð funnin.

Her er leinki frá RÚV.IS til tíðindafundin

Grímur Grímsson sigur, at menninir, sum eru varðhaldsfongslaðir, vita, at blóð hjá Birnu er funnið í bilinum. Hann legði aftrat, at hildið verður, at Birna doyði í bilinum, men tað er ógreitt, hvar bilurin hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109