- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóttir við at taka loyvi frá smuglaraskipum
- Eg vil heita á reiðaríini í Grønlandi um at geva skipsmanningunum greiðar leiðreglur, har tað greitt stendur, at tað er strangliga bannað at flyta rúsevni til lands, skrivar Hans Enoksen í tíðindaskrivi.
Skrivið kemur í kjalarvørrinum av, at íslendska løgreglan fann 20 kilo av hassji umborð á Polar Nanoq, sum varð kannað í samband við málið um horvnu kvinnuna í Reykjavík.
- Hendir tað, at trolarar framvegis verða nýttir at ólógliga flyta rúsevni til Grønlands, so fer landsstýrið at umhugsa at herða reglurnar fyri loyvi og kvotutilluting í framtíðini, skrivar grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum víðari.
Tey tjúgu kiloini eru mett at vera 14 milliónir krónur verd, verða tær seldar í Grønlandi. Eitt gramm í Nuuk kosta millum 700 og 1000 krónur, skrivar blaðið Sermitsiaq.