Blóð funnið í reyða bilinum

Blóð funnið í reyða bilinum
Íslendska løgreglan hevur funnið blóð í reyða Kia-bilinum, sum verður settur í samband við málið um horvnu kvinnuna í Reykjavík.
 
21.01.2017 - 10:46

Tað skrivar íslendski miðilin, visir.is.

Sambært álítandi keldum hjá blaðnum, er talan um blóðið hjá Birnu Brjánsdóttur, sum hvarv í miðbýnum í Reykjavík leygarmorgun.

DNA-royndir av blóðinum í bilinum eru sendar uttanlands at greina nærri.

Annar av grønlendingunum, sum er varðhaldsfongslaður, leigaði reyða bilin, sum eisini er sæddur á vakmyndatólum nærhendis har, ið íslendska kvinnan seinast var sædd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109