- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innsetan fyri 700 milliónir
Seinnapartin í dag okkara tíð verður Donald Trump nýggjur forseti í USA, og hátíðarhaldið verður stórt og flott. Altjóða miðlar skriva, at talan verður um dýrasta setanardag hjá nøkrum forseta í søguni.
Fleiri miðlar skriva, at samlaði kostnaðurin fyri serliga dagin liggur um 100 mió. amerikanskar dollarar ella 700 milliónir danskar krónur, meðan aðrir halda, at kostnaðurin er tvífalt so høgur sum hetta.
Fleiri sýta fyri at luttaka
Tíðindini um setanina seinastu vikurnar hevur tó í mestan mun verið, hvør fer og hvør fer ikki at upptraðka ella á annan hátt at luttaka á sjálvum degnum.
Fleiri kendir tónleikarar hava alment boðað frá, at teir ikki hava hug at syngja ella spæla fyri nýggja forsetanum, so tað er ikki lønir til stórar stjørnir, sum tyngja fíggjarætlanina í dag.
Sambært New York Times er tað serliga trygdin, sum kostar nógv. Øll rokningin endar tó ikki hjá skattgjaldaranum. Vinir og kenningar hjá nýggja forsetanum í sonevndu presidentiellu setanarnevndini fíggja stóran part av degnum.