- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingarnir reinsaðir fyri illgruna
- Vit hava verið í samband við føroyingarnar, og reiðaran hjá felagnum. Teir hava ikki hug til at gera samrøðu, men teir hava tað allir gott.
Tað sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður, sum er í Reykjavík, har løgreglan í løtuni kannar, um ein 20 ára gomul kvinna varð dripin síðsta vikuskifti.
Føroyingarnir, sum eru við grønlendska trolaranum, eru reinsaðir fyri allan illgruna. Tað sigur íslendska løgreglan við tíðindamannin hjá Kringvarpinum.
Tríggir grønlendskir menn varðhaldsfongslaðir
- Teir hava tað gott, hóast tað kann tykjast dramatiskt, at tyrla var á skipinum og handtøkur hava verið umborð, segði Jan Lamhauge í Degi & viku hóskvøldið.
Løgreglan í Reykjavík váttar fyri Kringvarpinum, at føroyingarnir við Polar Nanoq als ikki eru undir illgruna. Hvørki í málinum um horvnu kvinnuna ella hassjmálinum.
Tveir grønlendskir menn, ið sigla við trolaranum, eru handtiknir í málinum um horvnu gentuna, og ein triðji er handtikin í málinum um 20 kilo av hassji.