- Tíðindi, mentan og ítróttur
Philip Lund aftur í B36
Philip Lund aftur í B36
B36 hevur skrivað sáttmála við danska framherjan, Philip Lund
19.01.2017 - 18:40
B36 hevur styrkt um álopspartin. Framherjin, Philip Lund, hevur undirskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.
Danin er kendur í B36, tí hann umboðaði eisini felagið afturi í 2015. Tá kom hann til B36 eftir summarsteðgin.
Philip Lund tykist at vera ein fótbóltsævintýrari, tí hann hevur roynt seg í fleiri fjarskotnum feløgum.
Í fjør spældi hann fyri felag í Malaisia, og áðrenn tað hevur hann eisini umboðað amerikonsk feløg.
Skaðar gjørdu, at Philip Lund bara spældi sjey dystir fyri B36 í 2015. Hann skoraði fýra mál í teimum dystunum.
B36 skrivar í kvøld eisini á heimasíðuni, at felagið hevur longt sáttmálan við miðvallaran, Eli F. Nielsen, fram til 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV