Trump: Flóttafólk syndra ES

Trump: Flóttafólk syndra ES
Stóra talið av flóttafólkum, sum er komið til Evropa, fer at syndra ES, heldur komandi amerikanski forsetin, sum verður svorin í eið fríggjadagin
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, finst at týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, fyri at hon lat so nógv flóttafólk sleppa inn í Týskland undir flóttafólkakreppuni
 
16.01.2017 - 09:59

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, finst at týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, fyri at hon lat so nógv flóttafólk sleppa inn í Týskland undir flóttafólkakreppuni.

Trump skýrir hetta at verða katastrofralt mistak. Umleið 890.000 flóttafólk komu til Týskland í 2015. Flestu flýddu undan krígnum í Sýria. 

Óbótalig mistøk longu gjørd

Eftir stórt trýst lat Angela Merkel, samveldiskanslari, upp marknaliðini fyri at flóttafólk, sum vóru komin til Eysturevropa, kundu fara víðari.

- Eg haldi, at hon gjørdi óbøtaligt mistak at loyva ólógligu flóttafólkunum inn í landið, sigur komandi forsetin í USA, Donald Trump.

Hann leggur aftrat, at hann hevur stóra virðing fyri Merkel, segði Donald Trump í samrøðu við bretska blaðið The Times og týska Bild. 

Væntar flóttafólkini syndra ES

Trump segði eisini, at stóra talið av flóttafólkum, sum er komið til Evropa, fer at syndra ES. Tað var tað, sum til síðst fekk bretar at atkvøða fyri Brexit, sigur hann. 

- Høvdu teir ikki verið trýstir til at taka inn øll hesi flóttafólkini, so haldi eg ikki, at vit høvdu havt eitt brexit, sigur Trump.

Donald Trump fegnast um Brexit, og sigur, at fleiri lond fara at gera tað sama sum Bretland og atkvøðu fyri at fara úr ES.

Trump: Fleiri fara úr ES

- Eg haldi, at fólk vilja hava hvørt sín identitet, so um tú spyrt meg, so vænti eg, at eg fleiri lond fara úr ES, sigur Donald Trump.

Fríggjadagin verður Donald Trump svorin í eið sum forseti USA, og sama dag flytir hann inn í Hvítu húsini.

Undir valstríðnum segði Trump, at muslimur áttu av verið vístir úr USA, og at avmarkingar eiga at verða settar fyri flóttafólkum úr londum við nógvum islamistiskum virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109