- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 30 deyð í flogvanlukku
Í minsta lagi 30 fólk hava latið lív eftir at eitt turkiskt farmaflogfar í nátt datt niður í eitt íbúðarøki í eini bygd uttan fyri kirgisiska høvuðsstaðin, Bishkek.
Altjóða miðlar skriva, at flogfarið skuldi millumlenda í tjúkkum mjørka, tá tað datt niður í miða-siatiska fjallalandinum Kirgisia. Flogfarið var á veg úr Hong Kong til Istanbul við farmi.
Greinin heldur fram niðanfyri
Kyrgyzstan plane crash: It landed on top of the village https://t.co/cNxjCsBZJc
— BBC News (World) (@BBCWorld) January 16, 2017
Fimm fólk vóru umborð á flogfarinum, siga úmboð fyri kirgisiskar flutningsmyndugleikar við BBC. Onkrir miðlar vilja vera við, at ein av manningini slapp við lívinum.
Hini umleið 25, sum eru deyð, vóru stødd í bygdini, sum flogfarið datt niður í. Í minsta lagi 15 bygningar eru oyðilagdir í vanlukkuraktu bygdini.
Flogfarið, sum datt niður í nátt, var eitt Boeing 747 og varð bygt í 2003. Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður.