Áhugin fyri oljuleiting í Grønlandi minkar

Áhugin fyri oljuleiting í Grønlandi minkar
Eingin áhugi er fyri at leita eftir olju við Disko-oynna ella stórum parti Nuussuaq-hálvoynni í Grønlandi.
Lítil áhugi at leita eftir olju í Grønlandi
 
15.01.2017 - 14:13

Tá freistin at bjóða upp á leitingina var farin 15. desember, var eingin umsókn komin. Og landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur eisini, at oljan fer ikki at fíggja sjálvstýrið í Grønlandi. Hann hevur svarað einum fyrispurningi frá Demokratunum í landstinginum.

Stjórin í almenna grønlendska oljufelagnum, Nunaoil, Hans Kristian Olsen, sigur við Sermitsiak, at orsøkin til lítla áhugan fyri olju- og gassleitingini er, at oljuprísurin er so nógv fallin. Og oljufeløgini hava ikki so góð ráð at leita í økjum, har trupult er at finna olju og gass, sigur hann.

Í juni 2014 kostaði ein tunna av Norðsjóvarolju 114 dollarar. Eitt hálvt ár seinni var prísurin fallin niður í 54 dollarar. Í januar í fjør var oljuprísurin komin niður í 29 dollarar fyri tunnuna, men í løtuni kostar Norðsjóvaroljan 55 dollarar.

Í 2015 brúktu oljufeløgini 20 prosent minni til leiting enn árini fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109