- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí video: Rørdur Obama takkaði konuni
Sagt verður, at talan hjá Barack Obama í nátt okkara tíð var einum av bestu talum hansara, talan varð send beinleiðis í amerikonskum sjónvarpi.
Sí brot úr røðuni niðanfyri
Undangongumenn hansara, Bill Clinton og George Bush, hildu báðir sína fráfaringatalu í Hvítu húsunum, men Barack Obama helt sína í stórari ráðstevnuhøll í Chicago, har pláss er fyri 20.000 áhoyrarum.
Barack Obama nam ikki bara við politikk í røðuni, hann helt í nátt. Konan, Michelle Obama, fekk eina serliga heilsan og tøkk frá Obama, sum hevur níggju dagar eftir í embætinum.
Greinin heldur fram niðanfyri
- Tey síðstu 25 árini hevur tú ikki bara verið kona mín og mamma børn míni. Tú hevur eisini verði mín besti vinur, segði Obama millum annað í røðuni í nátt.
Meðan talan hjá undangongumonnunum vardi í 15 minuttir, vardi talan hjá Obama í slakan tíma. Í talu síni legði hann dent á, at hann í dag er bjartskygdari enn hann var, tá hann vann forsetavalið á fyrsta sinni í 2008.
Barack Obama tosaði um viðrið í amerikanska frælsinum, og hann mælti amerikanarum til framvegis at luttaka í politisku tilgongdini, at arbeiða fyri frælsi og framburði, og at trúgva uppá tað.