- Tíðindi, mentan og ítróttur
CIA ávarar Trump
Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuna, FBI, hevur kunnað komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, um, at Russland sigur seg hava vitan, ið kann brúkast móti Trump.
Bæði Donald Trump og Barack Obama eru kunnaðir um eina frágreiðing, sum er tvær síður long, um, at Russland hevur eymar upplýsingar um komandi og eisini um fráfarandi amerikanska forsetan, sigvur CNN.
Tað er tó ikki greitt, hvørja vitan, talan er um. FBI skal hava fingið kunnleika um hetta í august í fjør, men nústani er keldan, ið kom við upplýsingunum, mett at verða álítandi.
Greinin heldur fram niðanfyri
Russia denies US media reports it is holding compromising material about President-elect Donald Trump https://t.co/awL27jEJHV
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) January 11, 2017
Tað er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá bretsku fregnartænastuni, sum kom fram á upplýsingarnar í sambandi við arbeiðsuppgávur undir amerikanska forsetavalinum. Uppgávan hjá starvsfólkinum var at útvega upplýsingar um mótvalevni.
Longu undan forsetavalinum varð tosað um, at Russland hevði eymar upplýsingar um Trump, men tað er ikki fyrr enn nú, at tær eru mettar at vera álítandi.
Donald Trump sjálvur sýtir fyri at trúgva hesum. Á Twitter skrivar hann "Følsk tíðindi. Ein fullkomin politiskt heksajagstran," skrivar NTB-tíðindastovan.