- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkaflogfar rakti dronu
Tað, sum loftferðslumyndugleikar um allan heimin óttast skal henda, hendi í Eysturafrika hósdagin í síðstu viku, tá eitt flogfar skuldi seta seg.
Eitt Boeing 737-flogfar við 80 ferðafólkum fleyg inn í eina dronu beint áðrenn flogfarið lendi í Mosambik hósdagin, skrivar The Aviation Herald á netinum.
Trupulleikin kendur í økinum
Flogskiparin helt í fyrsta umfari, at flogfarið hevði rakt fugl undir innflúgvingini. Tá flogfarið varð kannað, vísti tað seg, at tað hevði rakt eina dronu.
Trupulleikin við dronum, sum órógva flogferðsluna í økinum, byrjaði í fjør, tá eitt stórt kolanám varð funnið. Kolanámið verður kannað úr erva við dronum.
Bara í USA vórðu 650 tilburðir skrásettir í 2016, tá ferðafólkaflogfør bóru eyga við dronur, sum flugu ov tætt við sivil flogfør, skrivar danska blaðið, Check-In.