- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur vøkstur í álopum í ES
Teldusníkar royndu í 2016 110 ferðirnar at fremja álop á telduambætarar hjá ES-nevndini. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times.
ES-myndugleikarnir óttast, at Russland fer at órógva komandi valini í Fraklandi og Týsklandi, sum fregnartænastan í USA sigur, landið gjørdi í USA.
SÍ EISINI 35 diplomatar vístir úr USA
- Hóttaninar eru áhaldandi, ágangandi og alsamt meira vandamiklar, sigur Sir Julian King, ES-umboðsmaður í trygdarviðurskiftum, sambært blaðnum.
Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, hevur longu ávarað um, at álop frá teldusníkum kunnu fáa ávirkan fyri valstríðið í Týsklandi undan valinum.
ES og NATO hava hert trygdina í KT-skipanum. Málið um teldusníkar, sum kunnu ávirka valstríð, er nú tikið upp á hægsta embætismannastigi í ES.