Skipa tepra meirilutastjórn

Skipa tepra meirilutastjórn
Tríggir flokkar í Íslandi leggja nú síðstu hond á samgonguskjalið, sum verður kunngjørt seinni í vikuni
Tað hevur verið ein tungur burður at skipa nýggja stjórn í Íslandi eftir altingsvalið í oktober. Tríggir flokkar í Íslandi leggja nú síðstu hond á samgonguskjalið
 
09.01.2017 - 10:20

Teir tríggir flokkarnir í Íslandi, Sjálvstæðisflokkurin, Viðreisn og Bjørt framtíð, ið seinastu vikuna hava havt samráðingar um ríkisstjórn, leggja nú síðstu hond á samgonguskjalið.

Samgonguskjalið verður almannakunngjørt í hesari vikuni. Flokkarnir eru samdir um ikki at koma við uppskoti um, at Ísland søkir um limaskap í ES. 

Men tingfólk flokkanna kunnu taka undir við slíkum uppskoti, um tað kemur seinast í valskeiðinum. Flokkarnir, sum nú eru í ferð við at skipa stjórn í Íslandi, hava bara eitt tingfólk í meiriluta í Altinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109