- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kuldi kravt fleiri lív
Meinast rakt eru Grikkaland, Italia og Pólland. Í Russlandi hava verið 30 kuldastig. Í Rom royna sjálvboðin at bjarga teimum heimleysu í kuldanum.
Sjey fólk eru deyð í italska høvuðsstaðnum, av teimum vóru fimm heimleys. Frans pávi bað fyri teimum heimleysu í gjár.
Skúlar afturlatnir
Har suðuri í Italia hava fleiri skúlar latið aftur í dag, tí so nógvur kavi er lagstur. Í Póllandi, har mátað eru 25 kuldastig, hava í minsta lagi 20 fólk latið lív.
Í Grikkalandi hevur nógvi kuldin rakt serliga flóttafólk, sum m.a. eru flutt í tjøld við hita. Í Grikkalandi eru mátað 15 kuldastig.
Í Russlandi, har ortodoksu jólini verða hildin í hesum døgum, eru 30 kuldastig, og so kalt hevur ikki verið hesa árstíðina seinastu 120 árini.