- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflyta nú meira fisk
Samstundis, sum norski útflutningurin av olju minkar í stórum, so hækkar sølan av fiski og fiskavørum við rúkandi ferð.
Tað vísir ein uppgerð sum Sjómatráðið hevur gjørt. Í fjør seldu norskar fyritøkur fisk og fiskavørur fyri 91,6 milliardir norskar krónur.
Fiskasølan nógv vaksin síðstu árini
Talan er um stóran vøkstur seinastu árini. Í 2012 seldu fyritøkurnar fisk og fiskavørur fyri 52 milliardir krónur og í fjør var sølan 40 milliardir krónur hægri.
Bara ein mánað í fjør, seldu norsku fyritøkurnar meir av fiski enn alt árið 1990. Øvugt hevur gingið við søluni av olju og gassi.
Í 2012 seldi Noreg olju og gass fyri 630 milliardir krónur, og í 2015 var tann sølan 180 milliardir krónur lægri. Tað eru serliga Poland, Frakland og USA, ið keypa norsku fiskavørurnar.