- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er mest seldi bilurin í Føroyum
116.
So nógvir Mitsubishi ASX-bilar vórðu í 2016 skrásettir og fingu nýggjar nummarplátur hjá Akstovuni, vísa tølini, nú stovnurin hevur gjørt árið upp.
SÍ EISINI Sí allan listan: Her eru mest seldu bilarnir
Umroknað svarar tað til, at ein nýggjur Mitsubishi ASX-bilur rullaði út á føroysku vegirnar umleið annan hvønn gerandisdag í 2016 sambært tølunum.
Tað er kortini einki nýtt, at føroyingum dámar best ASX-bilarnar hjá Mitsubishi; tað gjørdu føroyingar eisini í 2015. Tá vórðu til samans 110 seldir í Føroyum.
Toyota mest selda bilmerkið
Toyota varð mest selda bilmerkið í Føroyum í fjør, tá tey ymisku sniðini hjá øllum bilmerkjunum vórðu tald saman. Føroyingar keyptu 303 Toyota-bilar í 2016.
Tilsamans vórðu seldir 1.971 persónbilar í Føroyum í 2016. Tað eru umleið 150 fleiri enn árið fyri, 2015. Tá vórðu til samans skrásettir 1.822 persónbilar hjá Akstovuni.