- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta fólk handtikin eftir atsókn
Átta fólk handtikin eftir atsókn
Løgreglan í Turkalandi hevur handtikið fleiri fólk eftir yvirgangsatsóknina nýggjársnátt. Gerningsmaðurin gongur enn leysur
02.01.2017 - 15:52
Løgreglan í Istanbul í Turkalandi hevur tikið átta fólk, eftir yvirgangsatsóknina nýggjársnátt, tá ein gerningsmaður drap 39 fólk í einum náttklubba.
Men løgreglan veit enn ikki hvør maðurin varð, sum skjeyt og drap 39 fólk og særdi yvir 60 onnur. Leitað verður eftir manninum, upplýsir løgreglan.
SÍ EISINI IS tekur ábyrgd fyri álop
Maðurin fór inn í eitt dansihøli, stutt eftir midnátt, og fór at skjóta frá hond. Hann flýddi síðani frá staðnum, og løgreglan hevur leitað eftir honum síðani.
Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av atsóknini í Istanbul nýggjársnátt, skrivaðu útlendskir fjølmiðlar í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV