- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar eitt stig upp á FIFA-styrkilistanum
Føroyar hava spælt ein dyst síðani seinsti styrkislistin hjá FIFA varð almannakunngjørdur í november. Tað var móti Sveis, og tann dystin vunnu Sveis 2-0. Men kortini eru Føroyar farnar eitt stig upp á listanum, vit eru nú á 83. plássi saman við Noregi.
Antigua og Barbuda eru lækkað niður við 11. plássum, og tí flyta Føroyar eitt pláss upp á listanum yvir heimsins bestu fótbóltstjóðir saman við Noregi, sum í løtuni ongan venjara hevur.
Ovast á listanum er eingin broyting. Argentina stendur ovast, næstbest er Brasilia og triðbesta fótbóltstjóð í heiminum er Týskland.
Í Norðurlondum liggur Ísland framvegis ovast á 21-unda plássi. Svøríki er nr 41 og Danmark nr. 46. Føroyar eru saman við Noregi nr. 83, og Finnland er 94. besta landslið.
Av londunum, sum hava størstu framgongd, er Rwanda best, og er farið 9 pláss uppeftir. Hinvegin dettur Kuba, sum ein steinur - 26 pláss niður og er nú nummar 151, vísir styrkilistin hjá FIFA.
Næsta ár skal føroyska A-landsliðið spæla seks dystir. Teir eru móti Andorra, Sveis, Portugal, Lettlandi og Ungarn. Portugal er nummar 8 á styrkilistanum, Sveis er nummar 11.
Ungarn er nummar 26, Lettland er nummar 111, altso 28 pláss niðanfyri Føroyar, og Andorra er nummar 203, altso meiri enn 100 pláss niðanfyri Føroyar.