- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigfríður Clementsen skal venja HB
Tað verður Sigfríður Clementsen sum skal standa á odda fyri HB í komandi kappingarári.
Sáttmálin, sum er galdandi fyri komandi kappingarár, bleiv undirskrivaður í kvøld.
Sum skilst koma eisini aðrar broytingar á besta liðnum hjá HB. Hópurin skal styrkjast munandi, so HB aftur kann kappast um FM.
Ov spennandi uppgáva at siga nei til
Sigfríður Clementsen sigur við Kringvarpið, at hendan uppgávan er so spennandi, at hann kundi ikki siga nei.
- HB er mest vinnandi felagið í Føroyum, og fólk vænta nógv av HB, og tað motiverar meg, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann viðgongur, at tað verður ikki lætt at fáa HB upp millum tey bestu feløgini, men tað er málið.
- Hini feløgini í oddinum blíva ikki veikari, og tí mugu vit styrkja hópin, um vit skulu kappast um ovastu plássini.
HB-venjarin sigur, at felagið leitar eftir styrki til hópin í Føroyum og uttanlands.
Nýggja Effonevndin í HB vildi hava Sigfríður
Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, sigur, at fleiri venjarar vóru upp á tal.
Ein meiriluti í nýggju Effonevndini innstillaði Sigfríður Clementsen, sum fremsta kandidatin, til Starvsnevndina, sum setti nýggja venjaran.
Nýggja Effonevndin í HB, sum skal taka sær av besta liðnum, telur millum annað Ragnar Joensen, hann er formaður, og Andrew av Fløtum
Sigfríður Clementsen hevur fyrr verið høvuðsvenjari í ÍF, B36, AB, EB/Streymi, Víkingi og TB.
Í 2005 bleiv hann føroyameistari við B36, og í 2008 vann hann føroyameistaraheitið við EB/Streymi