- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur er føroyameistari
Leingi var stórur spenningur um, hvør fór at strúka avstað við føroyameistaraheitinum í bestu deildini hjá monnum.
Meðan støðan millum AB og Víking á Argjum var 1-2, var støðan 1-3 millum ÍF og KÍ í Fuglafirði.
Sostatt kundi AB við bara einum máli gjørt, at tað var KÍ, sum bleiv føroyameistari.
Hóast AB á pappírinum einki hevði at spæla fyri, góvu argjamenn Víkingi skarpan gang.
AB fekk tvey mál kolldømd í fyrra hálvleiki, og var fleiri ferðir nær við.
Tá avtornaði var tað kortini Víkingur, ið tryggjaði sær meistaraheitið.
11 minuttir vóru eftir av dystinum, tá Andreas Lava Olsen skoraði fyri Víking og sløkti FM vónina hjá KÍ.
Hetta er fyrstu ferð at Víkingur vinnur FM.