- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur spenningur í oddanum
Eftir dagsins umfar kom aftur veruligur spenningur í kappingina.
Í seinastu minuttunum eydnaðist tað verjukempuni hjá B36, Oddmari Færø, at fáa bóltin í KÍ málið.
Soleiðis at endaliga úrslitið í dystinum í Klaksvík gjørdist javnleikur 2-2.
Samstundis sum B36 tók tvey stig frá KÍ, eydnaðist tað Víkingi at vinna 2-0 á NSÍ.
Harvið minkaði munurin niður í tvey stig, ímillum nummar eitt og nummar tvey í kappingini.
Nú bert tríggir dystir eru eftir, er tískil lagt upp til ein sera spennandi enda av kappingini.
Úrslitini í dagsins umfari gjørdust hesi:
KÍ - B36 2-2
1-0 Jóannes Bjartalíð, 14.min
1-1 Róaldur Jacobsen, 16.min
2-1 Jóannes Bjartalíð, 30.min
2-2 Oddmar Færø, 88.min
Víkingur - NSÍ 2-0
1-0 Andreas Lava Olsen, 30.min
2-0 Hans Pauli Samuelsen, 63.min
TB - ÍF 3-2
1-0 Salmundur Bech, 6.min
2-0 Albert Adu, 33.min
2-1 Karl Løkin, 80.min
2-2 Jan Ellingsgaard, 81.min
3-2 Poul Ingason, 90.min
HB - AB 1-2
1-0 Øssur Dalbúð, 70.min
1-1 Patrik Johannesen, 80.min
1-2 Dion Splidt, 90.min
Skála - B68
1-0 Ólavur Mikkelsen, 14.min
2-0 Edvin Jakobsen, 15.min
3-0 Rasmus Andersson, 42.min
3-1 Damir Yuksel, 45.min
4-1 Rasmus Andersson, 53.min
5-1 Edvin Jakobsen, 87.min
Støðan í EFFO-deildini sær nú soleiðis út:
1 | KÍ | 54 |
2 | Víkingur | 52 |
3 | NSÍ | 49 |
4 | B36 | 43 |
5 | HB | 36 |
6 | ÍF | 31 |
7 | TB | 26 |
8 | Skála | 23 |
9 | AB | 15 |
10 | B68 | 7 |
Komandi umfar er á skránni komandi sunnudag. Dystirnir í 25. umfari eru hesir:
B36 - NSÍ
B68 - HB
Víkingur - TB
AB - KÍ
ÍF - Skála