- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava útgreinað setan
Jenis av Rana fer mikudagin at seta løgmanni munnligan fyrispurning um serfrøðingastarvið, sum Anni á Hædd brádliga fekk á Umhvørvisstovuni herfyri.
Hann heldur tað vera margháttligt, at fyrrverandi deildarleiðarin í Innlendismálaráðnum er sett í nýtt serfrøðingastarv í sama ráði, enntá við fíggjarligum sersømdum, tí aðalstjórin ikki hevði álit á henni.
- Tað er ikki komið fram, hvat starv talan er um, heldur ikki nær og hvar hetta almenna starvið varð lýst leyst at søkja og hvussu starvslýsingin ljóðaði, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana undrast eisini á, hví hesin Anni á Hædd varð sett í starvið framum onnur. Munnligir fyrispurningar verða í Løgtinginum mikudagin.