- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jógvan Arge kann ikki vera borgarstjóri
Borgarstjórin í Havn hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki vil lata varaborgarstjóran taka yvir, meðan hann sjálvur er burturstaddur á ST-aðalfundi í tríggjar vikur, umboðandi Løgtingið.
Norðlýsið hevur spurt Heðin Mortensen, um tað skal skiljast soleiðis, at hann ikki hevur álit á Jógvani Arge.
Borgarstjórin vísir á, at varaborgarstjórin, sum er valdur fyri 4 ár, hevur valt at fara úr samgonguni, og tí er hann ikki virkandi borgarstjóri, hóast hann framvegis hevur tað heitið.
-Tá eg sigi ikki virkandi, er tað tí, at hann ikki umboðar politikkin hjá meirilutanum í býráðnum, og hevur heldur ikki samtykt nakra fíggjarætlan fyri Tórshavnar býráð, og kann sostatt ikki umboða okkum úteftir, sigur Heðin Mortensen við Norðlýsið.