- Tíðindi, mentan og ítróttur
SALT í hondunum hjá kommununi
Saltsilogrunnurin hevur fingið eina treytaða tilsøgn frá A.P. Møller-grunninum, ið frammanundan hevur játtað 20 milliónir til SALT, upplýsir Ólavur Rasmussen, virkandi stjóri í Saltsilogrunninum.
- Grunnurin vil játta upp til tríggjar milliónir krónur afturat. Men játtanin er treytað av, at Tvøroyrar kommuna játtar somu upphædd sum grunnurin, sigur Ólavur Rasmussen.
SÍ EISINI Brúk fyri meira pengum
Tað merkir, at Saltsilogrunnurin fær bara tríggjar milliónir úr Danmark, um kommunan eisini vil játta tríggjar milliónir. Sambært Ólavi Rasmussen kann mentanarhúsið SALT gerast liðugt, um grunnurin fær seks milliónir afturat.
- Ja, tá hava vit nóg mikið av pengum at gera bygningin lidnan, sigur Ólavur Rasmussen. Virkandi stjórin sigur seg hava fingið semju í lag við TG-Verk, sum stendur fyri størsta partinum av arbeiðinum við SALT.
Kommunan viðger nú málið
Tvøroyrar býráð viðger í løtuni, um kommunan skal veita mentanarhúsinum SALT fíggjarligan stuðul, so at húsið kann gerast liðugt
- Vit hava fingið staðfest, at bygningurin verður dýrari enn ætlað, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Eingi tøl verða upplýst, men mentanarhúsið SALT fer at kosta meira enn tær 58 milliónirnar, sum Saltsilogrunnurin hevur at byggja fyri.
Hava longu longu fingið 58 milliónir
58 milliónir eru pengarnir, sum A.P. Møller-grunnurin, Fólkatingið og Løgtingið hava játtað SALT. Í gjárkvøldið var býráðsfundur á Tvøroyri. Fundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum.
Á skránni var fíggjarliga støðan hjá Saltsilogrunninum, sum ikki hevur pengar til at gera mentanarhúsið liðugt. SALT varð bjóðað út og verður bygt sum fakarbeiðstøka.
Sjey arbeiðstakarar gera hvør sín part av bygninginum, harav TG-Verk eigur bróðurpartin. Byggileiðsluna hevur Tummas Sørensen, sum eisini er býarverkfrøðingur hjá Tvøroyrar kommunu.
Borgarstjórin fáorðaður
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er fáorðaður um býráðsfundin í gjárkvøldið. Hann vil ikki so frægt sum upplýsa, um Tvøroyrar kommuna hevur fingið eina ítøkiliga umbøn um at játta pengar til SALT.
Borgarstjórin váttar tó, at pengar mangla í fyri at mentanarhúsið SALT kann gerast liðugt. Heldur ikki Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri, vil upplýsa, um nøkur umbøn um pengar til SALT er komin til Tvøroyrar kommunu.
Men tað tykist altso púra greitt, at SALT skal hava fleiri pengar, og Tvøroyrar Kommuna hevur ein aktivan leiklut í tí sambandi.
Málið fyri býráðið aftur
- Málið kemur fyri í fíggjarnevndini hjá Tvøroyrar kommunu fyrst í næstu viku, sigur Kristin Michelsen. Síðani skal málið viðgerast aftur í býráðnum.
Borgarstjórin vil tó ikki upplýsa, hvat tað ítøkiliga er, sum Tvøroyrar kommuna hevur fingið at taka støðu til.
- Men allir partar eru samdir um, at mentanarhúsið SALT skal gerast liðugt, sigur Kristin Michelsen, sum tó ikki vil útgreina, hvat skal til, so SALT kann gerast liðugt.