Landsstýrið skuldi havt svarað

Landsstýrið skuldi havt svarað
Almennu Føroyar áttu at svarað aftur, so danska tulkingin av støðu Føroya í danska ríkinum ikki stendur einsamøll, heldur lektari í løgfrøði
 
13.09.2016 - 13:49

Tað sigur Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, um notatið, sum danska løgmálaráðið vegna donsku stjórnina skrivaði i 2010, tá føroyska grundlógin ella stjórnarskipanin var til viðgerðar í Løgtinginum.

Bárður Larsen og Kári á Rógvi, sáli, skrivaðu eina grein í danska fakblaðnum "Juristen," har teir vístu aftur trongu donsku tulkingina av støðu Føroya í ríkinum.

Men frá almennari føroyskari síðu kom eingin viðmerking ella afturvísing av danska sjónarmiðnum um, at alt vald í Føroyum er givið føroyingum úr Danmark, og at Løgtingið ikki hevur lóggávuvald, men tað, sum danir siga vera "regeludstedende kompetence."

SÍ EISINI Fólkið hevur evsta valdið og kann avgera at loysa

Bárður Larsen og Kári á Rógvi vísa í greinini í Juristen á, at fleiri ríki hava meira enn eina grundlóg, til dømis USA, Týskland, Sveis og Eysturríki.

Og Danmarkar ríki sjálvt hevði tvær grundlógir - bæði ta donsku og ta íslendsku, til 1918, tá Ísland gjørdist sjálvstøðugt.

- Danir eru glaðir fyri at kunna vísa á, at Danmark er ein eindarstatur, men í veruleikanum er heldur talan um tríggjar statseindir; Danmark, Føroyar og Grønland, ið hvør sær hava fólksligan suverænitet ella sjálvstýri, sigur Bárður Larsen.

SÍ EISINI Útvarpssending: Áðrenn fólkaatkvøðuna í 2017

- Tí hevur veruleikin langt síðani yvirhálað tað statsrættarliga ástøðið, ið danskir myndugleikar brúka, tá teir viðgerða ríkisrættarliga støða Føroya, sigur Bárður Larsen.

Samtykkja føroyingar stjórnarskipanarlógina, hevur danska stjórnin sagt, at tær lógargreinar, sum eru í stríð við donsku grundlógina, ongan rættarvirknað fara at hava.

Sæð í tí ljósinum heldur Bárður Larsen tað vera margháttligt, at Føroyar ikki yvirtaka rættarskipanina, so tað verða føroyskir dómstólar og ikki danskir, ið døma, tá stjórnarskiparlógin, um hon verður samtykt, verður sett í gildi.

Sannførandi meiriluti má til

- Mest avgerandi fyri stjórnarskipanarlógina er, at hon á fólkaatkvøðuni verður samtykt við einum sannførandi meiriluta, sigur Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði

- Tí verður undirtøkan lítil, kann tað í Danmark verða fatað á tann hátt, at føroyingar góðtaka donsku tulkingina: at valdið, sum føroyingar hava, kemur úr Danmark, sigur hann.

Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði, er gestur hjá Boga Godtfred í sendingini "Ósemjan um ríkisrættarligu støðu Føroya," ið verður send í útvarpinum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155