Brúk fyri meira pengum

Brúk fyri meira pengum
Tvøroyrar býráð fer á afturlatnum fundi mikudagin at viðgera umsókn um fígging, so SALT-verkætlanin á Drelnesi kann gerast liðug
Saltsiloin á Drelnesi tørvar meira pening, skal hon gerast liðug. sum skilst skal Tvøroyrar býráð mikudagin viðgera ein fyrispurning um at veita verkætlanini fígging
 
13.09.2016 - 11:06

Mentanarhúsið SALT á Drelnesi tørvar meira pening, og sum skilst skal Tvøroyrar býráð mikudagin viðgera ein fyrispurning um at veita verkætlanini fígging, so húsið verður liðugt í ár.

TG-Verk hevur staðið fyri at umbyggja gomlu saltgoymsluna á Drelnesi. Høgni Lauritsen, stjóri, váttar, at felagið hevur útistandandi rokningar hjá Saltsilo-grunninum.

SÍ EISINI Vóna at hýsa fyrstu tiltøkunum í summar

Høgni Lauritsen leggur samstundis dent á, at ein avtala er fingin í lag um gjald, tá fígging er fingin til vega. Kringvarpið skilir, at lítið virksemið hevur verið í Saltsiloini seinastu tíðina.

Sambært stjóranum í TG-Verki er tveir ella tríggir mans í løtuni í ferð við at seta stáltrappur upp. Hvørki tíðarætlanin ella kostnaðarætlanin hava hildið í sambandi við at umbyggja saltgoymsluna á Drelnesi.

Upprunaliga skuldi mentanarhúsið verða liðugt fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðan, og prísurin lá um 60 milliónir krónur. AP Møller Mærsk, Fólkatingið og Løgtingið rindaðu 20 milliónir hvør.

Leita eftir fígging

Verkætlanin varð dýrari enn ætlað, segði Ólavur Rasmussen, formaður í grunninum og virkandi stjóri, longu í juni. Tá segði hann, at arbeitt varð við at finna fígging.

Tað ætla Ólavur Rasmussen og hini í Saltgrunninum eftir øllum at døma at gera hjá APMM Tvøroyrar kommunu. Mikudagin skal býráðið á afturlatnum fundi viðgera eitt mál viðvíkjandi SALT.

Tað váttar Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Spurdur um talan er um eina umbøn um fígging, hevur borgarstjórin onga viðmerking til útvarpið.

Grunnur vil kanska gjalda meir

Kristin Michelsen vil kortini ikki avsanna, at býráðið á afturlatna fundinum skal umrøða ein fyrispurning um at veita nakrar milliónir í fígging til SALT.

Kringvarpið skilir, at AP Møller Mærsk-grunnurin er sinnaður at lata meirfígging við teirri treyt, at ein annar partur vil rinda líka nógv sum grunnurin.

Hvussu stóra upphædd talan er um, er ógreitt. Men keldur, sum Kringvarpið hevur tosað við, meta, at húsið verður munandi dýrari enn upprundaliga ætlað.

SÍ EISINI Salt verður liðugt í hesum árinum

SALT ætlaði ikki at biðja um meirfígging frá Fólkatinginum ella Løgtinginum, segði Ólavur Rasmussen við Dag og viku í juni. Saltsiloin er smáar 20 mánaðir seinkað

Eingin vil siga, júst nær hon stendur liðug. Men helst verður tað móti ársenda, at sjálvur bygningurin er liðugur. Tá er økið uttanum kortini ikki tikið við.

Útvarpið royndi í fleiri umførum at fáa eina viðmerking frá Ólavi Rasmussen, stjóra fyri SALT-verkætlanini, mánadagin, uttan at tað kortini eydnaðist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155