159.000 krónur upp á pennar

159.000 krónur upp á pennar
Tórshavnar kommuna brúkti nógvar pengar uppá pennar fyrstu hálvu av hesi býráðssetuni
Sheaffer-pennar eru væl umtóktir á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu
 
10.09.2016 - 13:48

159.049 krónur, íroknað mvg.

So nógvan pening brúkti stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu uppá pennar fyrstu tvey árini av hesi býráðssetuni.

Hetta vísir innlit, sum Kringvarpið fekk fyrr í ár. Størsti parturin av peninginum er brúktur til Sheaffer-pennar, sum Innspark selur.

20. november 2013 keypti kommunan 50 pennar fyri 345 krónur stykkið. Stjórnarskrivstovan var so væl nøgd við pennarnar, at hon árið eftir keypti 300 pennar afturat.

Brúktir til gávur

Til samans keypti Tórshavnar kommuna sostatt Shaeffer-pennar fyri góðar 137.000 krónur uppá tvey ár.

"Pennarnir verða brúktir sum gáva í sambandi við serlig hatíðarhald," skrivar stjórnarskrivstovan hjá kommununi til Kringvarpið.

Shaeffer-pennarnir eru tó ikki teir einastu fínu pennarnir, sum stjórnarskrivstovan hevur keypt. Tá nýggja býráðið varð mannað, fingu nýggju býráðslimirnir hvør sín Mont Blanc-penn fyri til samans 21.9000 krónur, íroknað mvg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155