- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiri makrelur í Norðurhøvum
Ein triðingur meira er til av makreli í ár enn í fjør.
Úrslitið av árligu kanningunum hjá Føroyum, Noregi og Grønlandi í summar er kunngjørt á fundi hjá ICES í Keypmannahavn.
Eitt stórt øki í Norðuratlantshavi er kannað.
Meira enn 10 mió. tons
Metingin er, at 10,2 milliónir tons eru av makreli. Hetta eru 32,5 prosent meira enn í fjør, boða fiskirannsóknarstovurnar í Noregi og Íslandi frá.
10,2 milliónir tons eru tað mesta, síðani hesar kanningar byrjaðu í 2007.
Árgangirnir 2010 og 2011 eru størstir í ár.
Nú er meira makrelur norðanfyri, vestanfyri og í ein útnyrðing, eisini í íslendskum sjógvi og grønlendskum sjógvi.
Heitari sjógvur
Kanningarnar vístu eisini, at sjógvurin er eitt-tvey stig heitari í erva enn í fjør.
Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði vóru við í kanningunum fyri Føroyar.