Vaksandi tørvur á røktarheimsplássum

Vaksandi tørvur á røktarheimsplássum
Skal Tórshavnar kommuna hava líka nógv pláss til gomul fólk sum nú, er neyðugt at byggja 160 røktarbúpláss næstu 15 árini
Tórshavnar býráð hevur fingið eina frágreiðing um bústaðarviðurskiftini hjá teimum gomlu. Fram til 2030 væntast aldursbólkurin 80 ár og eldri næstan at tvífaldast
 
31.08.2016 - 09:42

Nú er eitt pláss fyri hvørji fýra fólk í kommununi, sum eru 80 ár ella eldri. Hetta er meira enn í øðrum Norðurlondum. Í Danmark til dømis eru fimm fólk til hvørt plássið.

Tórshavnar býráð hevur fingið eina frágreiðing um bústaðarviðurskiftini hjá teimum gomlu. Fram til 2030 væntast aldursbólkurin 80 ár og eldri næstan at tvífaldast.

Longu um tíggju ár, í 2026, vera væntandi fleiri fólk 40 ár ella eldri enn tey, sum eru yngri enn 40 ár. Seinastu fimm árini eru tey, sum flyta í røktarheim í Tórshavnar kommunu, í miðal 84,3 ár.

SÍ EISINI Langtíðarætlan skal tryggja røktarheimspláss

Í miðal búgva tey 3,4 ár í røktarheiminum. Í Tórshavnar kommunu eru 202 føst búpláss umframt 17 stutttíðarpláss til millum annað umlætting.

Sambært frágreiðingini eigur kommunan at gera sær greitt, hvør lutur hennara skal vera, um íbúðir skulu byggjast til eldri.

Tað ber neyvan til, at kommunan ger stórar íløgur bæði í nýggj røktarheimpláss og í eldraíbúðir samstundis, er niðurstøðan í frágreiðingini, sum býráðið fekk mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762