- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónskipanin betrar um fíggjarliga haldførið
Pensjónskipanin betrar um fíggjarliga haldførið
Ætlaða pensjónsnýskipanin fer at betra um fíggjarliga haldførið hjá landinum. Tað stendir millum annað í greiningini hjá Moody's.
06.08.2016 - 16:37
Pensjónsnýskipanin leggur upp til, at føroyingar í størri mun skulu spara upp til sína egnu pensjón og tað er gott fyri búskparliga haldførið, er niðurstøðan hjá Moody's.
Tað gevur tí almenna betur tamarhald á framtíðar úgjaldingarskyldum til pensiónistar. Haraftrat eru útlit til, at pensiónsaldurin hækkar, um tað er mett at vera neyðugt.
Eisini fiskivinnunýskipan, skattanýskipanir og kommunusamaleggingar telja positivt í metingini hjá Moody's.
Føroyar varðveita ratingina Aa3 í ratingini hjá Moddy's. Tað er fjórðhægsta rating av 21 møguligum.
Ratingin er ein meting av førleikunum hjá landinum at gjalda eitt lán aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV