- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland er nú nummar 22 á FIFA-styrkilistanum
Ísland gjørdi eitt skarvslop og fór 12 pláss uppeftir úr 34. plássi upp á 22. pláss, og tað er met hjá Íslandi.
Sambært íslendska kringvarpinum, RÚV, merkir hetta, at íslendska landsliðið hevur vunnið seg 109 pláss fram, síðan svenski venjarin, Lars Lagerbäck, tók við sum venjari í 2011.
Fremst í Norðurlondum
Í oktober 2012 var Ísland á 131.plássi á styrkilistanum, - lægsta nakrantíð.
Millum evropisku tjóðirnar er Ísland á 15. plássi, og tað er langt omanfyri aðrar norðurlendskar tjóðir.
Fleiri skarvslop
Tað eru eisini onnur lond, sum gera risalop á styrkilistanum.
Wales er farið 15 pláss fram og er 11. besta landsliðið, Kroatia hevur yvirhálað 12 onnur lond og er nú á 15. plássi, og Polland er farið 11 stig upp og er nú nummar 16 á FIFA-styrkilistanum.
Ovast á listanum er Argentina. Síðani koma Belgia, Kolumbia, Týskland, Kili, Portugal og Frakland.
Tú kanst síggja allan FIFA-styrkilistan her
Føroyar eru á 136. plássi á styrkislistanum hjá FIFA, frammafyri eitt nú Luksemburg, Aserbadjan, Angola, Vjetnam og Libanon.